Broyting í heilsutrygdarlógini - undantak fyri gjaldsskyldu, afturgjaldsreglur og heimild til innheinting av skuld o.a
Høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti er at fáa samsvar ímillum Heilsutrygdarlógina og Nordisk Konvention om Social Sikring viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi. Sambært lógaruppskotinum kunnu borgarar, ið rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi og sum ikki kunnu fáa frádrátt vísandi til skattalógina, við umsókn fáa undantak fyri at rinda heilsutrygdargjald. Borgarin missir tó ikki rættindi til at fáa veitingar sambært § 1 í heilsutrygdarlógini, sum m.a. er ókeypis viðgerð hjá kommunulækna, ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, tilskot til heilivág v.m.
Lógaruppskotið ásetur eisini reglur um afturgjald av heilsutrygdargjaldi, um ein borgari av órøttum hevur fingið undantak fyri at gjalda heilsutrygdargjald, og reglur um innheinting av fallnum heilsutrygdargjaldi.