Áseta freist hjá viðgerðarstovnum at fáa viðurskifti í rættlag

Heiti
Kunngerð um freist hjá viðgerðarstovnum at fáa brot á góðkenningarkrøv og átaluverd viðurskifti í rættlag
Frágreiðing

Sambært lógini um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð, kann ein viðgerðarstovnur fáa eina góðkenning fyri 5 ár í senn. Góðkenningin kann tó takast aftur, um viðgerðarstovnurin ikki longur lýkur góðkenningarkrøvini, ella um átaluverd viðurskifti eru viðvíkjandi virkseminum. Áðrenn góðkenningin verður tikin aftur, skal Heilsutrygd geva viðgerðarstovninum ávaring við boð um at loysa trupulleikan innan eina ásetta tíðarfreist. Sambært § 3, stk. 5 í lógini ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur í kunngerð um tíðarfreistina.

Ummælisfreistin er farin
31.03.2023
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
03.03.2023
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Guðrun Maria Mortensen
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Freistina Hjá Viðgerðarstovnum At Fáa Brot Á Góðkenningarkrøvini Og Átaluverd Viðurskifti Í Rættlag