![Vitjaðu Landssjúkrahúsið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/11572/img_5039.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=Jnwu-13d6sk9PZmwh7utm2IZxYg)
Mánadagin hevði Sirið Stenberg bjóðað øllum løgtingslimunum rundsýning á Landssjúkrahúsinum.
Saman við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum vitjaðu løgtingslimirnir millum annað á bráðdeildini og nýbygningin, sum veruliga er farin at taka skap. Eisini greiddi leiðslan frá um virksemið og gongdina á Landssjúkrahúsinum sum heild.