28.09.2016 · Heilsumálaráðið

Vísindavøka á ferð - almennur fyrilestur um uppkallingarsiðir í Heilsu- og innlendismálaráðnum

Vísindavøka á ferð - almennur fyrilestur um uppkallingarsiðir í Heilsu- og innlendismálaráðnum

Í sambandi við tiltakið ”Vísindavøka á ferð” verður almennur fyrilestur í hølum hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum á Eirargarði 2.

Hósdagin tann 29. september 2016, kl. 15:30 verður fyrilesturin "Føroyskir uppkallingarsiðir" við Annfinni Johansen frá Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum.

Fyrilesturin verður í 30-45 minuttir, og síðani verður høvi at seta spurningar ella kjakast.

Øll eru hjartaliga vælkomin!