- At fáa virðislønir er ofta ein heiður tú fær, fyri eitt liðugt verk. Men hendan virðislønin kennist meira sum ein týðandi stig á leiðini at loysa okkum frá fossilum brennievnum og leggja um til varandi orkukeldur. Verkið er ikki liðugt, tað er í blóma, stendur við og veksur.
Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum m.a. á hátíðarløtu, tá SEV handaði Páls Høll norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina.
---
Góðu øll, tað er hátíðardagur í dag.
Góðu tit í SEV, hjartaliga tillukku við stóru heiðurslønini og viðurkenningini. Góðu eigarar í SEV, sum er alt Føroya fólk, hjartaliga tillukku.
Í dag hátíðarhalda vit eina heiðursløn, sum vit øll eiga lut í, og tað ger dagin so serligan. Somuleiðis er dagurin eitt gott høvi at takka øllum, sum á einhvønn hátt hava virkað við til, at vit eru komin hartil vit eru. Og tað eru so nógv, sum hava slóðað fyri grønu leiðini.
Fari at byrja við at leiða tykkum aftur í tíð, aftur til 1921. Tí fyri knøppum níti árum síðani fylktust fólk inni hjá langommusystir mínari Trinu á Oyrabø í Vági.
Húsini vóru sum hús flest í Føroyum 1921. Smá og hugnalig, so trongt var hjá gestunum, sum komu frá nær og fjar at vitna hesa stórhending, sum skuldi standa inni hjá Trinu og Óla hjá Mikku.
Trina skuldi kóka súpan.
Gaman í. Tað var neyvan stórhending at kóka súpan. Frambrotið var, at hetta skuldi gerast á plátu, sum fekk orku frá elektrisiteti. Royndin eydnaðist og tá vatnið fór at kóka “treiv onkur til eina bølluta, og onnur róptu uppá tann góða”, sum Jógvan Arge so væl greiðir frá í bókini Ljós yvir landið.
Fólk høvdu ilt við at trúgva – og dugdu enn minni at skilja – at tað skuldi bera til, at kóka súpan á einari plátu. Men tað bar til. Hetta var fyrsta roynd við elmegi í Føroyum, og til bar. Tvey hús frá har eg búgvi í dag. Inni hjá langommusystir.
Fáar mánaðir seinni var ljósfest hildin í gamla skúla Vági, og var tað kulminatiónin av einari drúgvari tilgongd um at fáa til vega elmegi og at byggja fyrsta vatnorkuverk í Føroyum, sum er í Botni vestantil á Suðuroynni.
At tað eydnaðist, komst ikki av ongum. Hetta var eitt úrslit av víðskygni og nýhugsan hjá teimum, sum framtakshugaðir tóku stig til ætlanina og einum ókúgandi vilja til at eydnast, so okkara land; fólk og vinna komu fram á leið.
Men ikki minst eydnaðist verkætlanin takkað verið einum fyrimyndarligum samstarvi millum partarnar, ið vóru við.
Og lat okkum so skrúva tíðina fram til dagin í dag, nú vit hátíðarhalda at SEV handar Páls Høll norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina, sum elfelagið vann í Reykjavík fyri mánaði síðani.
Eisini Páls Høll verkætlanin er framborin og gjøgnumførd av undangongufólkum í fyrimyndarligum samstarvi við fólki. Í so máta við sama pioneranda, sum elveitingin á fyrsta sinni bleiv veruleiki í Føroyum. Tað vísir bara hvussu langt tað ber til at røkka tá ið framskygni, samstarv og lokalt engagement ganga hond í hond
Eg havi hug at brúka nøkur av somu lýsingarorð sum í áðni, tá eg í dag skal lýsa orsøkina til, at SEV so uppiborið fekk norðurlendska heiðurin.
Vindmyllurnar í Húsahaga og nýggja battarískipanin eru dømi um nýhugsan sum eydnast, tí týðandi aktørar samstarva. Saman við altjóða viðurkendum samstarvsfeløgum uttanlands, føroyskum myndugleikum og við politiskari undirtøku hevur SEV við hesari verkætlan brotið burtur úr nýggjum.
Eg var so heppin at vera í Hørpuni, tá virðislønin varð latin. Tað var ein stór løta. At fáa virðislønir er ofta ein heiður tú fær, fyri eitt liðugt verk. Men hendan virðislønin kendist meira sum ein týðandi stig á leiðini, at loysa okkum frá fossilum brennievnum og leggja um til varandi orkukeldur. So verkið er ikki liðugt, men í blóma og stendur við og veksur. Er ein varði á vegnum at gera Føroyar grønar. Og heiðurslønin pliktar at halda grønu kósina.
Tí tað er okkara felags mál. Samgongan hevur, sum løgmaður eisini nevndi, sett sær tað mál, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Eitt ítøkiligt mál er eisini, at í minsta lagið helmingurin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku.
Málini eru glæsilig, ambitiøs, men eisini realistisk. Tey verða tó av ongum uttan eitt gott samstarv millum tey sum varða av. SEV er lyklaleikari í hesum høpi.
Vit eru væl í gongd. Við góðum samstarvi millum politisku skipanina, Jarðfeingi og varandi orkuveitarum hava vit seinastu fimm árini hava vit minka oljuinnflutningin umleið 20.000 tons. Hetta svarar til um 10 prosent av samlaða innflutninginum av olju.
Hetta hava vit gjørt við uppseting av vindorku, byrjandi umlegging av upphiting til grønar orkuskipanir og bjálving av bygningum.
Avbjóðingin er at halda fram á hesi leið og at seta enn meira ferð á, so at vit tey næstu 10 til 20 árini megna at minkað innflutningin av olju við 100.000 tonsum. Tað er málið. Og saman fara vit at fáa tað at bera til.
Takk fyri!