Samstarv millum landsstýriskvinnurnar Rigmor Dam og Sirið Stenberg slóðar fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka fleiri inn at lesa sjúkrarøktarfrøði.
Nú verður møguleiki fyri at taka 16 nýggj lesandi inn á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina. Stórur tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Fróðskaparsetrið sigur á hvørjum ári frá sær fleiri væl skikkaðar umsøkjarar, tí møguleiki ikki hevur verið fyri at tikið fleiri lesandi til starvsvenjingarpartin.
- Flest allir umsøkjarar eru kvinnur, sum síðani eru farnar av landinum at útbúgva seg, tá pláss ikki vóru á Setrinum. Vandi er fyri, at hesar kvinnur ikki koma aftur til Føroyar. Ætlanin við hesum er tí eisini at bøta um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, so tað gerst lættari at velja Føroyar, siga Rigmor Dam og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnur í viðmerking.
Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og innlendismálaráðið um at fáa sett ein kliniskan samskipara, sum fær ábyrgd av verkliga partinum av útbúgvingini.