Frá 1. mars verður tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp uttan at skula seta seg í samband við løgregluna fyrst. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at áratíggju gamalt tos nú loksins verður veruleiki
Leingi hevur verið tosað um at gera eina føroyska neyðtøkutilbúgving, sum skal tryggja, at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, beinanvegin kunnu fáa so góða fakliga hjálp, sum til ber, eftir at brotsgerðin er framd, uttan at neyðugt er at melda málið til løgregluna.
1. mars verður tilbúgvingin veruleiki, tá eitt beinleiðis telefonnummar til neyðtøkutilbúgvingina verður tøkt, sum svarar alt samdøgrið allar dagar. Somuleiðis verður kunnandi heimasíða, ið vegleiðir um, hvussu farið verður fram, tá ein setur seg í samband við neyðtøkutilbúgvingina.
Tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.
Serlæknar, knýttir at tilbúgvingini, fáa ábyrgd av kanningararbeiðinum, sum kann verða sett í verk í sambandi við, at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, venda sær til tilbúgvingina. Hetta tí tey, sum kanska í fyrstu syftu ikki vilja melda brotsverkið, seinni kunnu broyta fatan, og tá skulu hava møguleika at fara til løgregluna. Tilbúgvingin skal tí tryggja, at læknafrøðiligu prógvini verða goymd í eitt ár.
Tað er eitt ár síðan, at landsstýrismaðurin í heilsumálum setti pening av til neyðtøkutilbúgvingina, og í tilgongdini hevur serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi verið fyrimynd. Beinleiðis samstarv er við íslendsku tilbúgvingina, og 24 starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava saman við leiðslu á G1, depilsleiðslu og serlæknum í kvinnusjúkum fingið undirvísing í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at neyðtøkutilbúgvingin loksins verður veruleiki.
Kunning um neyðtøkutilbúgvingini er á www.neyðtøka.fo.