Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, var til staðar á Landssjúkrahúsinum, tá Gunnrið Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur á koronudeildini (í miðjuni) sum tann fyrsta í Føroyum varð koppset beint eftir døgurða í dag. Tummas í Garði, yvirlækni og varastjóri í sjúkrahúsverkinum (høgrumegin), tók sær av koppsetingini
Landsstýrismaðurin í heilsumálum kennir ein stóran lætta, nú koppsetingin fyri koronu loksins er byrjað. Tey fyrstu hundrað heilsustarvsfólkini verða koppset í dag
Klokkan eitt í dag varð Gunnrið Joensen, sjúkrarøktrfrøðingur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum, sum tann fyrsta í Føroyum koppsett fyri koronu.
Tað hendi, eftir at fyrsti kassin við 975 skamtum av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech var komin til landið við flogfari í gjárkvøldið. Kassin var við løgreglufylgi fluttur av flogvøllinum til kuldagoymsluna hjá landsapotekaranum í Havn.
Í morgun var so farið undir seinastu fyrireikingarnar at koppseta tilsamans umleið 100 heilsustarvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum seinnapartin í dag. Koppsetingin heldur síðani fram eftir nýggjár. Hvør kassi við 975 skamtum røkkur til 487 fólk, tí koppsett verður tvær ferðir við trimum vikum ímillum. Í løtuni vænta tey í heilsuverkinum, at næsti kassin við vaksinu kemur um hálvan januar.
Í heilsuverkinum er raðfestingin fyrst at koppseta tey, sum skulu vera um og viðgera koronusjúk fólk, og sum tískil eru í størst vanda fyri sjálv at verða smittað. Tí verða heilsustarvsfólk koppsett fyrst.
Landið og allur heimurin hevur livað í heilsuligari óvissu stóran part av árinum, meðan farsóttin hevur herjað, og tí er tað ein stórur lætti, at tað nú tykist lýsa í havsbrúnni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Vaksinur eru nú á marknaðinum, støðugt fleiri leggjast afturat og Føroyar eru tryggjaðar sín lut. Tó at tað enn valdar ein ávís óvissa um reglusemið í veitingunum, er hann tí vónríkur um, at heimsumfatandi heilsumarran skjótt er av.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at Føroyar hava verið undangonguland í heimshøpi, tá tað ræður um at kanna fólk fyri koronu og fyribyrgja útbreiðslu av sjúkuni.