Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt fram lógaruppskot um at nútímansgera og høvuðsumvæla Landssjúkrahúsið. Ein partur av uppskotinum er nýggjur psykiatriskur depil, sum skal byggjast niðanfyri verandi høvuðsbygning á sjúkrahúsinum.
Uppskotið fylgir langtíðarætlanini fyri útbygging og um framhaldandi umvæling av Landssjúkrahúsinum, sum var sett í verk í 2005.
Byggiætlanin fevnir um tey øki á sjúkrahúsinum, sum enn ikki eru dagførd til nútíðartørvin, av hesum kann nevnast ein nýggjur psykiatriskur depil.
Tørvurin á tíðarhóskandi karmum til psykiatrisku sjúklingarnar hevur verið átrokandi í fleiri ár. Nýggja psykiatrilógin kom í gildi í oktober í fjørð og setur eisini krøv til høliskarmarnar. Politisk undirtøka hevur verið fyri at byggja ein nýggjan psykiatriskan depil, heldur enn at umvæla verandi bygningar.
Hildið verður, at rættast er at samanbyggja nýggja psykiatriska depilin við restina av nýbyggingini niðanfyri verandi høvuðsbygning á Landssjúkrahúsinum. Ein tílík samskipan kann hava nógvar rakstrarligar fyrimunir við nýtslu av felags fasilitetum, sum annars skuldu verið bygdir hvør sær. Mett verður, at tað liggja nógvir møguleikar í eini tílíkari integrasjón, sum í nógvar mátar er ein háttur at skipa ein skynsaman sjúkrahúsrakstur í einum lítlum samfelagi. Harumframt verður eisini ein faklig samansjóðan av sergreinum, sum hugburðarliga og fysiskt hava verið atskildar gjøgnum nógv ár.
Eftir uppskotinum til verklagslóg skal byggingin verða liðug í 2015.