Nú kunnu øll siga sína meining - á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum - um hvussu vit menna føroyska heilsuverkið. Almenna hoyringin er ein liður í arbeiðinum við nýggjari Heilsunýskipan.
- Flestu okkara hava eina hugsan um føroyska heilsuverkið. Eg havi áður sagt at fyritreytin fyri, at arbeiðið við Heilsunýskipanini skal eydnast er, at øll fáa høvi at skifta orð og siga sína hugsan um ætlanina.
Soleiðis sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú øll verða boðin at siga sína hugsan, um hvussu vit gera føroyska heilsuverkið betri. Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, finst undirsíða, har øll kunnu koma við síni meining um evnið.
Munnlig og skrivlig hoyring
Fyri tveimum vikum síðani fóru skriv út til 45 áhugabólkar og fakfeløg, sum vóru boðin á fund við landsstýrismannin at umrøða Heilsunýskipanina. Fyrstu fundirnir vera í morgin, hósdagin, og fundarrøðin heldur fram fríggjadagin og alla næstu viku.
Samstundis fóru eisini brøv út til myndugleikar og stovnar, sum hava samband við heilsuverkið, har tey vóru boðin at gera skrivligar viðmerkingar til Heilsunýskipanina áðrenn 30. juni 2013. Myndugleikar og stovnar eru í fyrstu syftu ikki bodnir á fund.
Ver við at menna føroyska heilsuverkið á www.hmr.fo.