29.07.2019 · Heilsumálaráðið

Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2019

Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2019

Víst verður annars til løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum

29. juli 2019 (§ 15, stk. 2)Løgmaður ásetir valdagin til at verða 31. august 2019.Løgmaður sigur samstundis løgtingsvalnevndini frá hesum.Løgtingsvalnevndin sendir skjótast gjørligt boð til øll valstýrir.
Brævatkvøður


(§ 37, stk. 1)
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. (30. apríl 2019)Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin (24. august 2019)
29. juli 2019 (§§ 3 og 5)Tá ið val er útskrivað, verða vallistarnir gjørdir við fólkayvirlitinum sum grundarlag.Eru fleiri valstøð í somu kommunu, verður ein listi gjørdur fyri hvørt øki.
Skjótast til ber aftaná 29. juli 2019
(§ 6)
Skjótast til ber, aftan á at valið er útskrivað, skulu vallistarnir leggjast fram til alment eftirlit og liggja frammi í minsta lagi í eina viku á einum staði ella eftir umstøðunum á fleiri støðum í kommununi, sum liggja høgliga fyri hjá íbúgvunum.
Aftaná 29. juli 2019(§ 6, stk. 2)Beint sum vallistarnir eru gjørdir, sendir kommunustýrið valkort til teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kommununi.
Aftaná 29. juli 2019(§ 7)Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur sambært § 6.
30. juli 2019 kl. 18.00 (§ 15, stk. 3)Seinasta freist at boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki.
5. august 2019
(§ 15, stk. 3)
Seinasta freist hjá løgtingsformanninum at boða landsstýrinum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har.
Skjótast gjørligt aftaná 5. august 2019
(§ 16, stk. 1 og 2)
Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum verður nýtt til valevnislistar floksins.Løgmaður boðar frá, hvørjir flokkar hava rætt til at taka lut í valinum og hvørja bókstavamerking hvør flokkur hevur fingið til valevnislistar sínar.
10. august 2019(§ 1, stk. 2 í kunngerðini um lesandi uttanlands)Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands).
17. august 2019, kl. 18.00 (§ 17, stk. 4)Seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.

24 tíma freist



(§ 17, stk. 9)
Heldur løgtingsvalnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.
Skjótast møguligt aftaná   17. august 2019 kl. 18.00  (§ 13, stk. 1)Formaðurin í løgtingsvalnevndini útvegar neyðugar atkvøðuseðlar til valið.
Sum skjótast aftaná 17. august 2019 kl. 18.00  (§ 13, stk. 2)Løgtingsvalnevndin sendir valstýrunum tað neyðuga talið av atkvøðuseðlum.
17. august 2019

(§ 8, stk. 2)
Seinasta freist fyri striking av vallista ella upptøku á vallista.Persónur, sum stendur á vallista, skal, um hann meldar flyting úr kommununi, strikast á vallistanum í tí kommununi, hann flytur úr, og setast á vallista í tí kommunu, hann flytur til.
21. august 2019      (§ 6, stk. 3)Seinasta freist hjá landsstýrismanninum at kunngera dag og tíð fyri valið. Samstundis skal landsstýrismaðurin kunna um, at1) vallistar liggja frammi til alment innlit,2) valkort verða send út, og3) til avvarðandi kommunur skulu stílast kærur um:    a) at persónur ikki er komin á vallistan    b) at persónur at órøttum er tikin við, og    c) um manglandi valkort ella valkort við feili ella mangli.
24. august 2015


(§ 37, stk. 1)
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.
30. august 2019
(§ 37, stk. 2)
Seinasta freist at atkvøða við brævi.Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
Til og við valdagin 31. august 2019 (§ 7)Kommunustýrið kann rætta feilir ella manglar í valkorti ella vallista til og við valdagin. Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur eftir § 6.
31. august 2019, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar( § 41)Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi.

31. august 2019, kl. 10.00 til kl. 20.00 (§ 22)Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
31. august 2019 kl. 20.00ella tá atkvøðugreiðslan er av  (§ 28, stk. 1 og § 29, stk. 2)So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.Úrslitið verður ført í valbókina, og verður fráboðan skjótast gjørligt send landsstýrismanninum á tann hátt, sum fráboðað er undan valinum. Úrslitið skal eisini kunngerast fyri teim hjástøddu.
Skjótast gjørligt, tá atkvøðuteljingin er av (§ 29, stk. 3)Formaðurin í valstýrinum sendir skjótast gjørligt í innsiglaðum pakka formanninum fyri løgtingsvalnevndini allar vallistar, atkvøðuseðlar og útskrift úr valbókini.
7. september 2019


(§ 30, stk. 1, og § 32, stk. 3 og 4)
Seinasta freist hjá  løgtingsvalnevndini at gera endaligu uppgerðina av valinum.Løgtingsvalnevndin gevur øllum teimum valdu eitt valbræv. Løgtingsvalnevndin sendir landsstýrismanni atkvøðutilfarið og váttaða útskrift av valbókini. Atkvøðutilfarið verður goymt í eitt ár og skal síðani forkomast.
8. september 2019
(§ 14, stk. 2)
Í seinasta lagi dagin eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skal formaðurin í løgtingsvalnevndini senda landsstýrismanninum eina váttaða útskrift úr gerðabókini um, hvat ført er í gerðabókina um valið.
13. sept. 2019 kl. 10.00 
(§ 44, stk. 1 og 2)
Klagur um løgtingsval skulu vera Løgtingsskrivstovuni, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, í hendi innan kl. 10.00, 13. sept. 2019. Løgtingið ger av gildi av vali tingmanna, og um ein tingmaður hevur mist sítt valbæri.
Tá ið nývalda Løgtingið er settLøgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn. Løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.

Vegleiðingin um tíðarfreistir í sambandi við Løgtingsvalið 2019 kann eisini takast niður á pdf her.