Eftir umfatandi umvæling og útbygging eru umstøðurnar á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum nú vorðnar munandi betri.
Sjálv nýtímansgerðingin og umvælingin hevur kostað 12 mió. krónur, meðan aðrar 8,5 mió. krónur eru nýttar til at keypa og seta upp nýggja útgerð.
Í sambandi við, at arbeiðið er um at vera liðugt, verður í dag týsdag skipað fyri móttøku á vaskarínum, har Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fara at siga nøkur orð, eins og greitt verður frá arbeiðinum.
Eisini verður rundvísing, har høvi verður at síggja nýggju umstøðurnar á vaskarínum.
Verkætlanin hevur kravt sera neyva planlegging, tí vaskaríið hevur verið virkið so at siga alla tíðina, meðan arbeiðið er farið fram.