Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund er partur av stjórnini á Landssjúkrahúsinum, ið virkar sum ein eind og hevur yvirskipaðu leiðsluna av Landssjúkrahúsinum, har sjúkrahússtjórin er tann, sum mótvegis Heilsumálaráðnum hevur evstu ábyrgd. Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, umframt eina røð av eindum kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkraflutningstænastu.
Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum.
Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálssett í 2 ár við serligum sáttmála. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nainu Túgvustein, virkandi sjúkrahússtjóra, umvegis teldupost naina@ls.fo, ella tlf. +298 304500, lokal 1003, ella Høgna Djurhuus, virkandi varastjóra umvegis teldupost lshogdj@ls.fo, ella tlf. +298 304500, lokal 1002.
Umsóknarfreist er tann 18. august 2015, kl. 12:00.