Frameftir kunnu tey í norður- og eysturøkinum, sum hava tørv á at síggja læknan, men ikki kunnu koyra til Havnar, møta til kanningar á Klaksvíkar sjúkrahúsi millum klokkan 20 og 21. Tey skulu tó framvegis fyrst ringja til 1870.
“Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski frá norðoyingum at fáa knýtt Klaksvíkar sjúkrahús tættari at skipanini 1870, tí tað skapar størri tryggleika.
At samskipa 1870 við Klaksvíkar sjúkrahús var eitt av tilmælunum, sum eg sum landsstýriskvinna legði fram, tá Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið var til aðalorðaskiftis í Løgtinginum í vár.
Eg fegnist um, at hetta og fleiri onnur av tilmælunum nú gerast til veruleika og til gagns fyri heilsuna hjá øllum føroyingum”, sigur landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg í viðmerking.
Tey allar flestu, sum ringja til vaktlæknan á 1870 kunnu fáa neyðugu hjálpina við telefonsamrøðu. Viðhvørt metir vaktlæknin, at neyðugt er hjá teimum sum ringja at møta á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar.
Tað er ein sannroynd, at sjúka og illveður kann gera túrurin til Landssjúkrahúsið sera óhøgligan og truplan. Tí verður Klaksvíkar sjúkrahús nú knýtt betur at skipanini 1870. Líknandi skipan er við Suðuroyar sjúkrahús.
Skipanin hevur verið royndarkoyrd seinastu tvær vikurnar og er nú klár at verða sett í verk.