Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini koppsett
Nú er greitt, at koppsetingin fyri koronu varisliga kann byrja í Føroyum í morgin, tí longu í kvøld kemur fyrsti kassin við Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech við flogfarið til landið.
Talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk í smittuvanda, eins og tilskilað er í almennu koppingarætlanini.
Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær vaksinan fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu roknað við, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark.
Men nú kemur vaksinan, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast.
Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug atlit at smittuvandanum, sýna fyrilit og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg ímillum fólkið.