Í vár legði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fram uppskot um broyting í Heilsutrygdarlógini. Broytingin gevur føroyingum, ið gjalda til sosiala skipan í øðrum Norðanlandi, undantak fyri at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.
Í gjár varð lógaruppskotið endaliga samtykt á Føroya Løgtingið.
“Løgtingið hevur samtykt at fylgja Nordisk Konvention om social sikring, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at føroyska lóggávan verður tillagað soleiðis, at hon samsvarar við millumlanda sáttmálan”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Samsvar er nú ímillum Heilsutrygdarlógina og Nordisk Konvention om Social Sikring viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi. Við lógarbroytingini kann ein føroyingur, ið arbeiðir í einum Norðanlandi, sum er fevnt av Nordisk Konvention om social sikring, søkja um undantak at rinda heilsutrygdargjald.
Hetta merkir at omanfyri nevndu borgarar, sum rinda til aðra sosiala skipan, hava ikki skyldu til eisini at rinda heilsutrygdargjald, men varðveita rættin til heilsutrygdarveitingar sambært §1 í Heilsutrygdarlógini.
Lógarbroytingin kemur í gildi 1. juli í ár, men hevur virknað frá inntøkuárinum 2024. Tað vil siga, um ein umsøkjari søkir um undantak frá heilsutrygdargjaldi t.d. tann 3. august 2024, hevur umsóknin virknað fyri inntøkuárið 2024.