Føroyingar búsettir í Danmark fáa nú tilboð um at lata seg kanna í Danmark. Eftir áheitan frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum hevur danska Heilsustýrið tikið avgerð um, at føroyingar í Danmark skulu hava tilboð um CTD-kanningar.
Í hesum sambandi hevur Heilsustýrið sent kunningarskriv til allar kommunulæknar í Danmark, har kunnað verður um CTD og hvussu kanningin fer fram.
Sí kunningarskrivið til kommunulæknarnar her
Sí eisini almennu kunningina frá Heilsustýrinum á heimasíðuni: http://www.sst.dk/Nyhedscenter/Nyheder/2010/CTD_Screening.aspx