Løgtingið samtykti í dag verklagslóg um útbygging av Landssjúkrahúsinum. Samtyktin slóðar fyri, at projekteringin av nýggja H-bygninginum kann fara í útboð beinanvegin.
Í dag samtykti eitt samt Løgting at Landssjúkrahúsið kann byggjast út og nútímansgerast fyri 489,3 mió. árini 2009-2019. Í mun til uppskotið, sum var samtykt við aðru viðger, er møguligur prísvøkstur ikki tikin við í uppskotið. Ein meiriluti í fíggjarnevndini metti ikki at tað var rætt at leggja upp fyri prísvøkstri til eina so stóra verkætlan yvir eitt so langt tíðarskeið. Í viðmerking sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum:
- Tað er at fegnast um, at eitt samt Løgting tók saman hendur og stuðlaði hesi týdningarmiklu verkætlan. Nú kunnu vit av álvara gleða okkum til, at tey sálarsjúku fáa nýggjar virðiligar umstøður. Men H-bygningurin verður eisini annað enn nýggjur Psykiatriskur depil. Har vera eisini medisinskar einastovur, nýggj føðideild og nútímans endurvenjingarhølir.
Nýggjur H-bygningur
Nýggi bygningurin, sum fær heitið H-bygningurin, verður niðanfyri núverandi B-bygning oman móti Sandágerði. Samstundis verður meginparturin av virskeminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað.
Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðastovur, og nýggj høli til rehabilitering.
Eftir ætlan verður projekteringin av nýggja H-bygninginum boðin út í næstu viku.