Landsstýrismaðurin í Heilsumálum hevur tikið avgerð um, at prosjekteringin av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum verður boðin út. Arbeitt verður í løtuni saman við Landsverk at gera leistin, sum bjóðast skal út eftir.
H-bygningurin kemur millum annað at húsa psykiatriska deplinum, medisinskum seingjadeildum, hølum til endurvenjing og nýggjum køki.