![Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum mett dýrari enn ætlað](https://landsstyri.cdn.fo/savn/9253/h-bygningur.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=NGOEf-9y884U1cNCvgZbKF3kh4I)
Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin kann koma at vanta í.
Skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 43 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um í dag.
Talan er um eina væntaða meirnýtslu frá tí byggingin byrjaði og til byggingin er liðug í 2021. Væntaða meirnýtslan órógvar ikki verkætlanina her og nú, men kann við tíðini leggja trýst á verkætlanina, tá ið byggingin nærkast endanum.
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú heitt á Landsverk um at greina nærri, hvørji átøk kunnu gerast. Landsverk hevur boðað frá, at tað gongur umleið ein mánaður, áðrenn nøkur ítøkilig uppskot eru tøk.
Heilsu- og innlendismálaráðið