Heilsumálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av apoteksgrunninum).
Í sambandi við viðgerð av eykajáttanarlóg í august 2013, skjeyt landsstýrið upp at flyta rakstraravlop frá apoteksverkinum til sjúkrahúsverkið at brúka. Fíggjarnevndin tók ikki undir við uppskotinum vísandi til, at avlop frá apoteksrakstrinum sambært apotekslógini skal fella til Apoteksgrunnin.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum boðaði tá fíggjarnevndini frá, at hann í hesi tingsetuni fer at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at taka av hesa áseting. Lógaruppskotið er nú orðað, og verður tað hervið sent til hoyringar.
Viðmerkingar til lógaruppskotið skulu vera Heilsumálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 07.02.2014. Uppskotið sæst her