14.10.2016 · Heilsumálaráðið

Uppskot til kunngerð um barlastavatn sent til hoyringar

Sáttmálin um barlastavatn, eisini nevndur Ballast Water Management Convention, fær altjóða gildi 8. september 2017. Neyðugt er at implementera reglurnar í sáttmálanum í føroyska lógarverkið, so skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá hesi koma í fremmanda havna og fyri at tryggja, at vit kunnu handhevjað reglurnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn.

Hoyringsfreistin er sett til mánadagin 14. november 2016.

Sí uppskot til kunngerð her

Sí fylgiskriv til uppskotið her