30.05.2017 · Heilsumálaráðið

Uppskot til hoyringar um at avmarka siglingarferðina kring Ramsaroyggjarnar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent uppskot til kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykines til hoyringar.

Endamálið við kunngerðini er at fyribyrgja, at fuglur verður órógvaður av bátum, sum sigla við nógvar ferð tætt við landið, serliga um summarið, tá fuglurin reiðrast.

Skotið veðrur upp, at frá 1. mai til hálvan august verður bannað at sigla skjótari enn 5 fjórðingar um tíman kring Skúvoy og á ávísum leiðum kring Nolsoy og Mykines.

Nólsoy, Skúvoy og Mykines vórðu útnevndar Ramsarøki í 2012, og eru gjørdar sonevndar Ramsarætlanir fyri hvørja av oyggjunum.

Eitt av høvuðstilmælunum í Ramsar ætlanunum fyri allar tríggjar oyggjarnar er at avmarka sigling við nógvari ferð fram við landi, fyri at geva fuglinum so góðan frið sum gjørligt. Serliga lundin er illa fyri aftan á fleiri ár, har mestsum ongar pisur eru komnar undan. Tí verður hildið neyðugt at verja hann so væl sum til ber.

Uppskotið til kunngerð sæst her

Hoyringsskriv til kunngerðina sæst her