Upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing. Tað er gylta amboðið, sum skal koma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum til lívs. Tað heldur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum.
-Rúsevni er ein vanlukka fyri einstaka borgaran, familjuna og samfelagið. Tíverri mugu vit ásanna, at tað í einum opnum samfelag, sum tí føroyska, er tað nærum ógjørligt at forða fólki í at fáa hendur á rúsevnum. Fyri at fyribyrgja, at fólk koma í óføri, mugu vit áhaldandi vísa á stóra vandan við at nýta rúsevni. Hetta skal gerast við at fólk úr øllum pørtum í samfelagnum – alt frá løgreglu, tollarum, foreldrum, lærarum og fjølmiðlum – upplýsa og aftur upplýsa um vandan, sigur John Johannessen.
Og landsstýrismaðurin í heilsumálum fær fullan stuðul frá Páli Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, sum javnan hevur fundir við løgreglu og tollvald um støðuna víðvíkjandi rúsevnum í Føroyum. Hann heldur, at upplýsing og hugburðarrøkt eru ráðini at taka í stríðnum móti rúsevnum.
-Rúsevni kunnu krøkja fólk, eins og sigarettir og alkohol kunnu, og so gerast vit trælir stóran part av lívinum. Fremsta uppgávan hjá bæði myndugleikum og føroysku heimunum er at greiða teimum ungu frá vandunum við rúsevnum, bæði heima hjá okkum, men ikki minst, tá ið tey fara burtur í lond at ferðast ella at lesa, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum, er ógvuliga fegin um stóra arbeiðið, sum bæði Heilbrigdið og Blái Krossur gera á økinum. Hann heldur tað er av stórum týdningi, at vit eru tilvitað um, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at fólk lata seg rúsa.
-Tú frættir javnan í miðlunum um, at serliga ung fólk hava trupulleikar. Okkara uppgáva sum ovasti heilsumyndugleiki er at fáa greiðu á, hví fólk velja at rúsa seg. Vita vit tað, verður nógv lættari at seta ítøkilig tiltøk ímóti hesum, vísir landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum á.
Seinastu árini eru kortini fleiri tiltøk sett í verk í eini roynd at basa smuglingini av rúsevnum. Eitt nú eru revsingarnar munandi harðari nú. Fyrr bar ikki til at fáa meiri enn 10 ár í fongsul fyri at bróta lógina um rúsevni. Nú kann revsingin vera heilt upp í 16 ár í fongsul. Eisini hevur løgreglan fingið møguleika at skráseta føroyingar, sum hava verið tiknir fyri lógarbrot, í Dna-profil skránna.
-Tað hevur í eina tíð verið arbeitt við at geva løgregluni enn betur umstøður at kanna brot á lógina um rúsevnum, tí okkara løgregla hevur nógv verri umstøður at uppklára brot á lógina enn løgreglan í okkara grannalondum. Hetta fer vónandi at gera sítt til, at tað verður lættari hjá løgregluni at finna fram til smuglararnar, sigur John Johannessen.