Týsdagin fáa umleið 900 fólk sendandi spurnablað, har tey verða spurd um, hvussu tey hava upplivað tær veitingar og tænastur, ið tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum.
Tað er eftir tilmæli frá Sjúklingaráðnum, at landsstýrismaðurin hevur tikið stig til, at tílíkar afturvendandi kanningar skulu gerast. Endamálið við kanningini er at fáa eitt gott grundarlag fyri at betra um dygdina á teimum tænastum, ið sjúkrahúsini veita sjúklingum.
Við hesi kanning koma sjúklingar til orðanna og fáa høvi at greiða frá, hvussu teir hava upplivað dygdina á føroysku sjúkrahúsunum. Tílíkar kanningar eru sera týdningarmiklar, tí sjúklingurin er tann einasti, ið upplivir alla sjúklingagongdina og tí tann einasti, ið kann meta um, í hvønn mun samanhangur hevur verið í sjúklingagongdini.
Føroyski sjúklingurin sum heild nøgdur
Talan er um ta næstu kanningina av slíkum slag. Fyrsta kanningin varð gjørd í 2007, og hon vísti at umleið 90 prosent av føroysku sjúklingunum sum heild vóru nøgdir við teirra uppihald á føroysku sjúkrahúsunum.
Kanningin vísti eisini, at tað vóru økir, ið høvdu tørv á, at tiltøk vórðu sett í verk, sum skulu verða við til at betra um dygdina. Hesi økir vóru millum annað bíðitíð, medávirkan, kunning umframt samstarv millum sektorar.
Ætlanin er, at sjúklinganøgdsemiskanningar verða gjørdar afturvendandi, soleiðis at tað ber til at vísa á, hvørt ábøtur eru framdar á økjum, sum sjúklingarnir hava verið minni nøgdir við.
Óheft kanning
Kanningin verður gjørd av óheftum donskum kanningarstovni, ið Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við. Sami kanningarstovnur ger eisini kanningar av donskum sjúkrahúsum. Sostatt kann kanningin av føroysku sjúkrahúsunum samanberast við kanningarnar, sum verða gjørdar av danska sjúkrahúsverkinum.
Í mun til kanningina í 2007 fáa fólk eisini átta spurningar, ið skulu nýtast til at samanbera føroyska sjúkrahúsverkið við tey norðurlendsku sjúkrahúsverkini.
Spurnarbløðini verða send tilvildarliga útvaldum sjúklingum, ið eru útskrivaðir av føroysku sjúkrahúsunum í tíðarskeiðinum frá 4. januar til 28. mars 2010.
Spurnarbløðini verða svaraði og viðgjørd anonymt. Fyri at kanningin skal verða so neyv sum til ber, er tað umráðandi, at svarluttøkan er høg.