![Umboð frá Sinnisbata á fund við Kaj Leo Holm Johannesen](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13321/klhj-og-sinnisbati.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.49666666666666665,0.36&rmode=crop&t=4486410&s=jKoG0N5lEXQIln8cfwVeWcTc2_s)
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í dag á fundi við umboð fyri Sinnisbata, ið er áhugafelag hjá persónum og avvarðandi við sálarligum avbjóðingum.
Landsstýrismaðurin bleiv kunnaður um virksemið hjá felagnum, ið fevnir breitt, og eisini vísti Sinnisbati á ymisk tiltøk, ið kunnu bøta um sálarheilsuna hjá børnum, ungum og eldri.
Sálarheilsa er av avgerandi týdningi fyri okkara borgarar, og fegnast landsstýrismaðurin um ein áhugaverdan fund.
Heilsumálaráðið