Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.
Hesaferð er talan um persónar, sum ikki hava verið í sambandi við hvønn annan. Teir báðir persónarnir eru við vissu smittaðir í Føroyum. Harumframt er ein triði persónur staðfestur smittaður, men viðkomandi er farin av landinum aftur. Smittan hjá viðkomandi varð staðfest í Danmark eftir fráferð úr Føroyum.
Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.
“Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, og tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar.” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum lafm@stps.dk.
Bæði Landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir tilburðir eru staðfestir.
Heilsumálaráðið tann 4. august 2020 kl. 12.03