Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent trý uppskot um náttúru- og umhvørvisvernd til hoyringar. Tey trý broytingaruppskotini hanga í stóran mun saman við uppskotinum um fyrisiting av margfeldinum í tí føroysku náttúruni, sum varð sent til hoyringar í vár.
Talan er um broytingar í trimum lógum:
- Uppskot til broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing
- Uppskot til broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
- Uppskot til broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Av tí at tann nýggja margfeldislógin ætlandi kemur í staðin fyri partar av galdandi náttúrufriðingarlóg, verða partar av hesi strikaðir.
Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ynskir, at lógirnar um margfeldi og náttúrufriðing verða lagdar til Umhvørvisstovuna at umsita, og tí verða náttúrufriðingarnevndirnar avtiknar og ásetingarnar um hesar strikaðar úr lógini. Seinni verður tað, sum eftir verður av náttúrufriðingarlógini, ætlandi fevnt av nýggjari planlóg.
Landsstýriskvinnan skjýtur somuleiðis upp, at kærumálsviðgerðin, sum í dag liggur í Heilsu- og innlendismálaráðnum, verður flutt í eina kærunevnd undir Føroya kærustovni. Í tí sambandi er ætlanin at víðka Kærunevndina í lendismálum, so hon eisini fer at fevna um náttúru- og umhvørvismál.
Samstundis verður kærunevndin víðkað við tveimum limum, ið skulu verða kønir í náttúru- og umhvørvismálum.
Broytingaruppskotini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, www.himr.fo. Freistin at lata inn ummæli er týsdagin 11. september.