13.04.2015 · Heilsumálaráðið

Tróndur Leivsson nýggjur stjóri á Búnaðarstovuni

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Trónd Leivsson í starv sum nýggjan stjóra á Búnaðarstovuni.

Tróndur Leivsson er 57 ára gamal og útbúgvin landbúnaðarfrøðikandidatur frá 1985.

Tróndur hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan m.a. landbúnað, skógarrøkt og umhvørvið, og hevur harumframt drúgvar og viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir frá almenna geiranum, har hann síðani 1987 hevur verið stovnsleiðari og seinni deildarleiðari á Skógrøkt Landsins.

Tróndur Leivsson byrjar í starvinum tann 1. juni 2015.