Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 129.038 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 463 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 428 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 29. september 2020 kl. 12.29
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF