Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Í gjár vórðu 1.277 kanningar gjørdar, og 21 kanningar eru ikki liðugt greinaðar. Í alt eru 125.690 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 458 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 417 persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 25. september 2020 kl. 12.26