Eingin nýggj smitta er staðfest innanlands í tríggjar dagar. Tað vísa nýggjastu úrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 84.934 kanningar.
Millum tær 529 kanningarnar, sum vórðu gjørdar á landi í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur.
Í gjár vórðu fleiri nýggir tilburðir staðfestir umborð á einum russiskum trolara, sum nú liggur við bryggju í Kollafirði. Øll manningin, sum telur 77 mans, varð kannað, og 29 tilburðir vórðu staðfestir.
Sostatt hava nú 410 persónar fingið staðfest smittuna í Føroum. 337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.
Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og tveir teirra liggja á intensivu deild.
Heilsumálaráðið tann 24. august 2020 kl. 11:37