Frá 1. apríl skulu ung undir 18 ár og eldri yvir 67 ár ongantíð gjalda meira enn 1.195 krónur um árið fyri heilivág. Onnur skulu í mesta lagi gjalda 1.600 krónur um árið.
Tann 1. apríl koma nýggjar reglur um tilskot til heilivág í gildi. Skipanin er serføroysk, men líkist tí leisti, sum verður brúktur í Danmark. Heilivágstilskot verður nú latið eftir einum progressivum leisti, soleiðis at borgarar, sum brúka nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið brúka lítið av heilivági.
Nýggja skipanin er partur av lógini um almenna heilsutrygd, ið fór at virka um ársskiftið. Í stuttari viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður:
“Grundreglan handan nýggju broytingarnar er tann, at tað ikki eigur at verða ein fíggjarligur smeitur fyri tey, sum vegna sjúku hava tørv á nógvum ella kostnaðarmiklum heilivági.
Skipanin er munandi meira samhaldsføst enn tann gamla tilskotsskipanin, og er fíggja á tann hátt, at tey, ið nýta lítið av heilivági koma at gjalda lutfalsliga eitt sindur meira, meðan tey, ið hava tørv á nógvum heilivági gjalda munandi minni enn áður”.
Hvussu stórt tilskotið verður, veldst sostatt um, hvussu stórar árligu útreiðslurnar til heilivág eru. Jú størri útreiðslur til heilivág í einum tíðarskeiði á eitt ár, jú størri verður tilskotið. Børn undir 18 og tey ið er eldri enn 67 ár, gjalda ongantíð meira enn 1.195 krónur árliga fyri tilskotsheilivág. Hini gjalda í mesta lagi 1.600 krónur árliga.
Ein faldari sum kunnar um nýggju skipanina verður í næstum borin út í hvørt hús.