Enn eitt tilmæli er handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Hesaferð er tað tilmæli um at skipa viðgerðartrygd í Føroyum.
Ein arbeiðsbólkur, sum varð mannaður við fakkunnleika, serkønum fólki innan áhugabólkar og umboðum fyri Heilsumálaráðið, hevur í dag handað landsstýrismanninum tilmælið.
Tíðliga í vár varð arbeiðsbólkurin settur at skriva tilmæli um, hvussu vit kunna skipa viðgerðartrygd í Føroyum og soleiðis byrgja fyri, at bíðilistar gerast ov langir.
Frammanundan hevði Kaj Leo Holm Johannesen vegna Sambandsflokkin lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, sum alt Løgtingið tók undir við. Síðani álegði Løgtingið Landsstýrinum at arbeiða fram í móti at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum.
Gjøgnumgangandi metir arbeiðsbólkurin, at hugsandi fyrimunir og vansar av at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum, enn ikki er nóg væl lýst fakliga.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað verða gjørdar fleir kanningar av fyrimunum og vansum við verksetan av viðgerðartrygd í Føroyum.
Við atliti at upplýsingunum, sum arbeiðsbólkurin hevur fingið, hevur bólkurin mælt til at gera fleiri kanningar at brúka í sambandi við val av viðgerðartrygdarskipan og til ymiskar aðrar háttir at minka um bíðitíðir í Føroyum. Arbeiðsbólkurin er samdur um 26 ítøkilig tilmælir, sum fevna um fýra yvirskipaðar bólkar:
- Seta á stovn regluligar uppgerðir innan bíðilistar – grundleggjandi støði
- Greiningar av fyrimunum og vansum áðrenn val av viðgerðartrygdarskipan - langtíðarloysn
- Virksemisoptimeringar-pulja til sjúkrahúsini – langtíðarloysn
- “Pukkelafvikling”-pujla – ein skiftisloysn – stutttíðarloysn
Landsstýrismaðurin segði, aftan á at formaðurin í arbeiðsbólkinum, Thomas Schiøler hevði handað honum tilmælið, at hann gleddist sera nógv um, at hetta arbeiðið nú er liðugt, og at hetta er ein stórur dagur fyri føroyskar sjúklingar.
Tilmælið er skrivað á donskum, men aftan á halguna verður tilmælið umsett til føroyskan tekst, sum verður lagt á heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.
Tilmælið kann lesast her