Frá 1. desember kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV).
Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, hevur í vikuni tikið stig til, at allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðirhálskrabba. Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan kvinnan fyllir 28 ár.
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti HPV varð fyrstu ferð sett í gildi í Føroyum 1. januar 2009. Tá fingu gentur, sum høvdu fylt 14 ár, men sum ikki høvdu fylt 15 ár, í boðið ókeypis HPV-koppseting.
Tann 1. juli 2010 varð tilboðið víðkað so gentur, føddar 1. januar 1995 ella seinni, kundu verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbamein, tá tær høvdu fylt 13 ár. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan gentan fylti 15 ár.
Koppseting ímóti HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.
Prísur á koppingarevninum lækkar
Apoteksverkið hevur kunnað Heilsumálaráðið um, at prísurin á koppingarevninum er lækkaður til ein triðing av prísinum, sum var galdandi, tá tilboðið varð sett í verk. Hetta hevur við sær, at fyri somu játtan ber til at veita tilboð um ókeypis HPV koppseting til fleiri aldurbólkar enn teir, sum fáa hetta tilboð sambært galdandi kunngerð.
Broytingin í kunngerðini fer at hava við sær, at tað verður ein størri aldursbólkur, sum fer at fáa tilboð um ókeypis HPV koppseting í Føroyum enn í Danmark, har tilboðið til sama aldursbólk verður sett í gildi sum ein tíðaravmarkað skipan. Í Føroyum verður tilboðið sett í gildi uttan tíðaravmarking.
Koppsetingar títtleiki
Koppseting fer fram hjá kommunulækna. Fyri at koppsetingin skal virka, skal kvinnan koppsetast tríggjar ferðir innan fyri 12 mðr. Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:
• 1. læknavitjan
• 2. læknavitjan fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. læknavitjan
• 3. læknavitjan fer fram umleið 4 mánaðir eftir aðru læknavitjan.