Endamálið við uppskotinum er, at skipa Fólkaheilsustovn Føroya, sum skal standa á odda, savna vitan og vegleiða føroyingar, tá talan er um fólksins heilsu og trivnað, umframt at vera við til at fyribyrgja sálarligar og somatiskar sjúkur og skaðar.
Ætlanin er, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu verður løgd saman við Fólkaheilsuráðnum í Fólkaheilsustovn Føroya - ein meira dynamiska eind, sum í enn størri mun røkkur endamálinum í lógini.
Sí uppskotið her
Møgulig hoyringssvar kunnu sendast beinleiðis til Heilsumálaráðið á hmr@hmr.fo.
Freistin at gera viðmerkingar er 6. februar 2015.