Uppskotið ásetur krøv til eigarar av oljutangum, krøv til veitarar av olju og krøv til innflytarar og seljarar av oljutangum upp til 6.000 litrar.
Haraftrat er krav um, at oljutangar skulu vera góðkendir, og um, hvussu oljutangar verða settir upp ella grivnir niður, um merking og skráseting av tangum og um, hvussu tangar verða tiknir úr nýtslu.
At enda er krav um, at oljutangar skulu takast úr nýtslu, tá teir fara upp um ávísan aldur.
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 3. november 2017.
Skipað verður fyri almennum hoyringarfundi mikudagin 18. oktober 2017, klokkan 10 í Heilsu- og innlendismálráðnum, Eirargarður 2.
Sí kunngerðina her
Sí fylgibræv her