Í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum kl. 15.
Á tíðindafundinum verður millum annað kunnað um, hvussu Sjúkrahúsverk Føroya letur uppaftur.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum í sjónvarpinum og í útvarpinum.
Á tíðindafundinum verða Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.