Leiðreglurnar fyri tey, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, verða nú herdar. Uttan mun til nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, so skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu.
Hetta kemst av, at nýggjar kanningar vísa, at tað er ein møguleiki fyri, at tú kanst smitta longur enn 48 tímar eftir seinasta sjúkueyðkenni. Higartil hava leiðreglurnar verið, at smittað fólk verða staðfest frísk aftur, tá ið 48 tímar eru farnir uttan sjúkueyðkenni.
Nýggju leiðreglurnar eru longu settar í verk.