Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at tey í aldursbólkinum 12-15 ár nú fáa tilboð um at lata seg koppseta.
Longu frá á midnátt fer tað at bera til hjá foreldrum at bíleggja tíð at koppseta ung í aldrinum 12-15 ár fyri koronu.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at víðka Covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon nú eisini fer at fevna um aldursbólkin 12-15 ár. Broytta kunngerðin verður lýst longu í dag og kemur í gildi í morgin.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, sum er alneyðugt, um fólkið í Føroyum skal røkka flokkimmuniteti fyri koronu. Flokkimmuniteturin skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.
Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið.