01.05.2013 · Heilsumálaráðið

Terji Petersen nýggjur deildarstjóri í Heilsumálaráðnum

Terji Petersen nýggjur deildarstjóri í Heilsumálaráðnum

Í dag byrjar Terji Petersen sum nýggjur deildarstjóri á heilsubúskapardeildini í Heilsumálaráðnum. Terji Petersen er 35 ára gamal og útbúgvin cand. polit. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Seinastu sjey árini hevur Terji starvast í Fíggjarmálaráðnum, fyrst sum fulltrúi og síðan sum ráðgevi.

Terji Petersen loysir av Jóanis Erik Køtlum, sum herfyri fór til Grønlands at stjórna grønlendska heilsustýrinum.