Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnar alsamt - eitt 30 ára skeið 1991-2021
Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum í Føroyum. Nýggja kanningin vísir, at tannheilsan hjá føroyskum børnum er í støðugum bata. Men tað er framhaldandi neyðugt at arbeiða miðvíst við upplýsing og fyribyrgjandi tannrøkt, soleiðis at tannheilsan hjá føroyskum børnum og ungum kann gerast enn betri.
Skrásetingarnevndin leggur í frágreiðingini dent á, at talið av børnum við álvarsomum karies (torleikastøði 3-4) skal minka, og at talið av børnum, sum hava frískar tenn (torleikastøði 1) skal vaksa.
Hartil leggur skrásetingarnevndin upp til, at tannlæknar fara at skráseta ymiskar tannsjúkur og – støður. Tað er sýruskaðar (erosiónir), sum m.a. skyldast at nýtslan av sodavatni og orkudrykkjum er vaksandi og emaljuhypoplasi (veik ella manglandi emalja á tonnunum) . Annað, sum vit síggja meira til nú, eru skaðar á tannkjøtið vegna snús. Sum nú er hava vit ikki hagtøl fyri hesum.
Eisini vísir skrásetingarnevndin á, at tørvur er á, at fáa hagtøl fyri tannstøðuna hjá vaksnum. Heitt verður á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar í samráð við Heilsutrygd, at arbeiða víðari við at fáa hagtøl til vega fyri tannheilsuna hjá vaksnum eisini.
Tannlæknafrágreiðingin um kariesskrásetingina 1991-2021 kann lesast her
Eru spurningar í hesum sambandi, eru tit vælkomin at venda tykkum SEF nevndina:
- Gunnhild Bjørk, telefon 264840 ella teldupost gunnhildb@torshavn.fo,
- Markus Hvannastein, telefon 255652 ella teldupost markush@klaksvik.fo
- Unn Jakobsen, telefon 585916 ella teldupost unn@torshavn.fo.