Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum í Føroyum. Nýggja kanningin vísir, at tannheilsan hjá føroyskum børnum er í støðugum bata, hóast tað eisini verður staðfest, at tannheilsan kann gerast uppaftur betri.
Skrásetingarnevndin leggur í frágreiðingini dent á, at talið av børnum við álvarsomum karies (torleikastøði 3-4) skal minka og at talið av børnum, sum hava frískar tenn (torleikastøði 1), skal vaksa.
Eisini vísir skrásetingarnevndin á, at tørvur er á at fáa hagtøl fyri kariesstøðuna hjá vaksnum. Ynski er at fáa tal av frískum, brendum, fyltum og trektum tonnum, umframt handilstonnum og implantatum hjá vaksnum í Føroyum. Sjúkur í tannhaldinum eru ofta atvoldin til, at eldri fólk missa tenninar, og tí er týdningarmikið eisini at skráseta tannhaldssjúkur. Skrásetingarnevndin heitir á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar í samráð við Heilsutrygd, at arbeiða víðari við at fáa hagtøl til vega fyri tannheilsuna hjá vaksnum eisini.
Tannlæknafrágreiðingin um kariesskrásetingina 1991-2019 kann lesast her.
Eru spurningar í hesum sambandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til Sigrid Arge, telefon 302525/282525 ella teldupost sigrid@torshavn.fo og Unn Jacobsen, telefon 585916 ella teldupost unnja@klaksvik.fo.
Frágreiðingin, í sambandi við kariesskráseting av teimum 5 – 15 ára gomlu børnunum i Føroyum, hevur Heilsumálaráðið biðið um og verður givin út annaðhvørt ár.