
Súsanna Bertholdsen tekur yvir sum landsstýriskvinna í heilsumálum eftir Margit Stórá. Hetta boðaði løgmaður frá í dag.
Súsannna Bertholdsen er 51 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini, og undan tí sat Súsanna seks ár í býráðnum á Tvøroyri. Súsanna hevur í mong ár undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy.