“Ongantíð rakar harðari, enn tá ið børn gerast sjúk. Tað tit í Rynkeby Føroyum gera, hevur sera stóran týdning hjá børnunum við lívshættisligum sjúkum. Eisini hevur tað stóran týdning fyri familjurnar og avvarðandi at hesum børnum.
Tykkara átak ger, at hesi børnini kunnu fáa nógv dyggari stuðul og betri hjálp. Tit geva teimum samstundis kensluna av ikki at vera einsamøll, tá ið mótloysið og stúran taka ræðið.”
Millum annað hetta segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, á Torginum í SMS leygardagin.
Tað var leygardagin, 11. februar, at Rynkeby Føroyar skipaði fyri tiltaki, har ljós varð varpað á virksemið hjá felagskapinum. Í hesum sambandi bar Margit Stórá fram eina heilsan til Rynkeby Føroyar. Øll røðan kann lesast her.
Team Rynkeby er eitt evropiskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.
Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið 11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París fyri at síggja endan á víðakendu súkklukappingini, Tour de France.
Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á hesi ferð, og onnur virki stuðlaðu eisini hópinum at súkkla til París. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at 38.000 DKK vóru í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni.
Bólkurin valdi at lata peningin til barnakrabbadeildina á Odense Universitetshospitali, og soleiðis sá henda siðvenja dagsins ljós.
Rynkeby Føroyar varð stovnað í 2014.