29.10.2024 · Heilsumálaráðið

Suðuroyggin verður slóðbrótandi við royndarskipanum á heilsuøkinum

Suðuroyggin verður slóðbrótandi við royndarskipanum á heilsuøkinum

Mynd: Jóanis Lisberg, borgarstjóri Fámjins kommuna; Margit Stórá, landsstýriskvinna; Kristin Michelsen, borgarstjóri Tvøroyrar kommuna og Janus Thomsen, borgarstjóri Hvalbiar kommuna

Sum nakað nýtt, er ætlanin at fara undir at gera ymiskar royndarskipanir um, hvussu heilsutænastur í Suðuroy kunnu skipast, við atliti til at tryggja suðuroyingum dygdargóðar heilsutænastur við hægstu heilsufakligu góðsku.

Í komandi viku fer landsstýriskvinnan at leggja lógaruppskot um heilsutænastur í nærumhvørvinum fyri Løgtingið. Hetta lógaruppskotið ger tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum. Tí er farið undir fyrireikandi arbeiði longu nú, soleiðis at tað er møguligt at fara undir eina royndarskipan, tá ið lógin kemur í gildi.

Mánadagin var Margit Stórá, landsstýriskvinna, á fundum í Suðuroy við borgarstjórunum, leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsi og Suðuroyar Bú- og heimatænastu, umframt kommunulæknum. Margit Stórá kunnaði um, at arbeiðið at betra um heilsutænasturnar fer at verða gjørt í einum tøttum samstarvi millum viðkomandi partar í Suðuroynni.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri heilsustarvsfólk í Suðuroynni, borgarar í Suðuroynni og Heilsumálaráðið skal gera uppskot til ítøkiligar royndarskipanir, sum skulu tryggja, betra og menna heilsutænastur til suðuroyingar. Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum.

Tá royndartíðarskeiðið er liðugt, skulu royndarskipanirnar eftirmetast. Úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Suðuroynni.

Eg eri glað fyri, at undirtøka er fyri at fara undir at gera royndarskipanir, sum kunnu betra um tilboðini til heilsutænastur. Tær fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni, sum harvið verður slóðbrótari á økinum. Eftir ætlan, fer hetta at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá suðuroyingum – og serliga hjá teimum, sum hava størstan tørv á heilsutænastum, t.v.s. eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi og avvarðandi teirra. Seinni verður farið undir at gera aðrar royndarskipanir kring landið.
Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Mynd: Ása Holm, borgarstjóri Porkeris kommuna; Margit Stórá, landsstýriskvinna; Bjarni Johansen, borgarstjóri Vágs kommuna og Delmar Tausen, borgarstjóri Hovs kommuna

Mynd: Davíð Guðnason, kommunulækni; Margit Stórá, landsstýriskvinna og Dorrit Bech Joensen, kommunulækni

Mynd: Gunnbjørg Guttesen, varastjóri Suðuroyar sjúkrahús; Margit Stórá, landsstýriskvinna; Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri, Suðuroyar sjúkrahús og Heri Norðberg, leiðari Suðuroyar Bú- og heimatænasta