Í næstum fer Heilsutrygd at seta kostráðgevar at vegleiða fólkum við diabetes og øðrum varandi sjúkum. Kostráðgevarnir skulu í fyrstu syftu starvast í kommunulæknaviðtalum kring landið.
At styrkja tilboðið um kostráðgeving í nærumhvørvinum er ein liður í at fremja heildarætlanina um diabetes, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í fjør.
Í heildarætlanini varð víst á, at tað ein týðandi partur av viðgerðini fyri diabetes 2 er at fáa holla ráðgeving um kost frá dietisti. Eisini vísa kanningar, at góð kostráðgeving kann vera við at fyribyrgja at fólk, sum eru í vanda fyri at fáa sjúkuna, fáa diabetes.
Tað eru tó ikki bert fólk við diabetes, sum fáa ágóða av nýggja tilboðnum um kostráðgeving. Eisini aðrir sjúklingabólkar, sum hava tørv á tí, fáa tilboðið. Nevnast kunnu fólk við KOL, hjarta- og æðrasjúkum, krabbameini og onnur.
Betri viðgerð fyri diabetes í nærumhvørvinum
Í dag er ávís ráðgeving um kost á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hendan tænastan verður varðveitt, meðan tænastan úti um landið verður styrkt. Ætlanin er at seta 4-5 kostráðgevar í starv hjá Heilsutrygd, sum koma at virka í kommunulæknaviðtalunum kring alt landið. Í viðmerking sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.
- At styrkja heilsutænastuna í primera geiranum er ein týðandi liður í nýskipanini av føroyska heilsuverkinum og er eitt arbeiði, sum fer at vinda upp á seg. Ikki minst tær tænastur, sum venda seg til fólk við varandi sjúkum, tí tey hava brúk fyri at regluligum kanningum og viðgerðum, sum ikki neyðturviliga skulu fara fram á sjúkrahúsi. Hesar tænastur kunnu við fyrimuni veitast í nærumhvørvinum og tað er eisini tí vit arbeiða við at etablera heilsudeplar.
Sum ein liður í arbeiðinum at styrkja heilsutænastuna í primera geiranum skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri skeiði ætlað sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast í læknaviðtalunum kring landið.
Skeiðið verður liðugt í oktober í ár, og tá kunnu hesir sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær fleiri uppgávur viðvíkjandi borgarum við varandi sjúkum, serliga diabetes týpu 2.