
Nú ber til at søkja um stuðul til útoyggjamenning.
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 710 tús. kr.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.
Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2017.
Umsóknir skulu sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn ella til himr@himr.fo