Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið stig til eina tvørgangandi skipan millum tey trý sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum – her undir krabbameinssjúku - verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Talan er um eina tvey ára royndarskipan.
Endamálið við nýggju skipanini er at tryggja øllum føroyingum eina nútímans viðgerð í á sama støði sum í grannalondum okkara. Eitt annað týðandi endamál er, at so nógv av læknaligum arbeiði - bæði útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkannan - fer fram í Føroyum sum gjørligt, so í størst møguligan mun slepst undan at senda sjúklingar uttanlands í viðgerð.
Nýggja tvørgangandi skipanin tekur støði í tilmæli, sum Krabbameinsstýrisbólkurin legði fyri Karsten Hansen, landsstýrismann, í fjør. Síðani hevur tilmælið verið til viðgerðar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
At skipanin er tvørgangandi merkir, at tað verður settur ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi, sum hevur til uppgávu at samskipa alt virksemið. Yvirlæknin hevur fakliga ábyrgd av sergreinini, ger avtalur við aðrar serlæknar og skal í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Somuleiðis ger ábyrgdarhavandi yvirlæknin tilmæli um hvørja viðgerðir kunnu gerast í Føroyum ella uttanlands.
Viðgerðin fyri sjúku í landgøgnum verður samskipað millum tey trý sjúkrahúsini og er ætlanina, at teir fakligu førleikar sum eru á økinum í dag skulu gagnnýtast. Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi.
Eisini er lagt upp til, at allar undankanningar av urologiskum sjúklingum verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum harumframt veitir viðgerð fyri nýrastein í sambandi við at sjúkrahúsið hevur tikið ein nýrasteinsknúsara í nýtslu.
Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður urologiska ambulatoriið við serlækna á Landssjúkrahúsinum.
Jóhan Poulsen verður ábyrgdarhavandi yvirlækni
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið støðu til, at Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, verður settur skjótast gjørligt at røkja uppgávuna sum ábyrgdarhavandi yvirlækni í royndartíðini. Jóhan Poulsen hevur breiðar og drúgvar royndir innan økið úr Danmark, Onglandi og Føroyum. Jóhan Poulsen hevur harumframt royndir sum visiterandi yvirlækni í Danmark.
Uppgávan hjá ábyrgdarhavandi yvirlæknanum verður í fyrstu syftu at samskipa virksemið, t.v.s. gera avtalur við aðrar serlæknar, tilmæla hvat skal viðgerast innanlands/uttanlands og í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum.