Nýggjur mammografur til Landssjúkrahúsið er ímillum íløgurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011. Saman við nýggjum CT-skannara og MR-skannaranum verða útlitini fyri at finna krabbameinssjúklingar tíðliga nú munandi betrað.
Mammografur verður nýttur til kanningar fyri bróstkrabba. Núverandi mammografur er knapt 20 ára gamal og er ótíðarhóskandi. Í Krabbameinsætlanini frá 2009 varð staðfest, at tað er sera umráðandi at gera íløgu í ein nýggjan talgildan mammograf við nógv betri myndagóðsku og lægri stráluskamtum.
Í viðmerking sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen:
“Hóast tíðirnar ikki eru av teimum bestu, er neyðugt at raðfesta viðgerð og fyribyrging av sjúku. Í fjør bleiv Krabbameinsætlanin handað, og eg fegnist um, at vit við nýggja mammografinum eru komin á mál við tilmælunum um diagnostika útgerð í ætlanini”.
Endamálið við nýggju tólunum er at finna ábendingar um krabbameinssjúkur so tíðliga sum gjørligt, so sannlíkindi fyri at basa sjúkuni gerast betri. Nýggi CT-skannarin, sum verður keyptur í ár og MR-skannarin, sum varð latin sum gáva frá Tryggingafelagnum Føroyar, kunnu veita betri diagnostik bæði av krabbameini og øðrum sjúkum.